Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

10.000 krónur fyri at gera parkeringspláss

2020-10-23 07:16

Ger eitt parkeringspláss á tínum egna matrikkli og fá 10.000 krónur frá kommununi.

Hetta ljóðar sum eitt lokkandi vallyfti, og tað er tað vónandi eisini. Tí fáa fólk borið 10.000 krónur aftur, tá ið tey gera eitt parkeringspláss inni hjá sær sjálvum, so eggjar kommunan bæði fólki til at fáa sær parkeringspláss, og um somu leið betrar hetta um ferðslutrygdina í býnum.

Eldri ústykkingar og gøtur hava fá parkeringspláss, og tí standa nógvir bilar á vegnum til ampa fyri ferðsluna og trygdina hjá serliga børnum.

Tað er so ymiskt, hví fólk ikki parkera hjá sær sjálvum. Summi hava ikki henda møguleikan, men hjá nógvum ber tað væl til. Og tað eru hesi, sum nú skulu kunna fáa 10.000 krónur frá kommununi. Bæði tí tey økja um ferðslutrygdina, og tí tey minka um mongu parkeraðu bilarnar fram við vegum.

Hetta er ein einføld loysn, sum ikki loysir allar avbjóðingar við parkering, men hon er avgjørt við til at betra um parkeringsviðurskiftini og trivnaðin í býnum.

Skal kommunan gera størri íløgur í eitt nú ein parkeringshjallara, so er prísurin fyri hvørt parkeringsplássið vanliga einar 200-250.000 krónur. Tá er tað munandi bíligari hjá kommununi at lata 10.000 krónur til privatfólk sum eina tøkk fyri, at tey geva bilinum pláss á egnum matrikkli. Tað er hjálp til sjálvhjálp.

Hundrað parkeringspláss kosta eftir hesum leisti kommununi 1 mió. kr. Teir pengarnir eru væl givnir út.

Fái eg undirtøku frá tær og øðrum á býráðsvalinum, fari eg beinanvegin at arbeiða fyri, at fólk fáa 10.000 krónur afturgoldnar, tá ið tey gera sær eitt parkeringspláss hjá sær sjálvum.

Høgni S. Reistrup

Býráðsvalevni í Havn