Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

100 ár síðan kvinnur fingu valrætt til løgting og fólkating

Nýsetti amtmaðurin í Føroyum, havnarmaðurin Christian Bærentsen skrivar 7. august ár 1900, at hann hevur gjørt eitt uppskot til broyting í lóg um kommunustýri í Havn. Hann sendir Løgtinginum málið, saman við viðmerkingum hjá kommunustýrinum. Bærentsen amtmaður sigur, at hann hevði grundað uppskotið á m.a. lógirnar um Købstadskommunernes Styrelse í Danmark 1868, fyriskipan um Købstaden Reykjavík 1872 umframt Tórshavnar kommunustýri í 1877.

Bærentsen amtmaður skeyt m.a. upp, at býráðið skuldi verða stjórnað av fólkavaldum limum, men fútin skuldi verða fastur formaður. (Frammanundan hevði fútin havt fastan sess í stýrinum, og kundi eins og aðrir stýrislimir verða valdur til formann.) Valrætt skuldu allir menn í kommununi fáa, tó skuldu teir størstu skattaborgarnir í Havn kunna velja fimta hvønn býráðslim á vali fyri seg.

Ein onnur viðmerking frá amtmanni var, at kommunustýrini sambært kommunulógini frá 1862 kundu taka avgerð um at halda regluligar almennar fundir. Men henda rætt hevði stýrið í Havn ikki nýtt. Harafturat var ongin myndugleiki, sum hevði samlað yvirlit yvir raksturin hjá kommununi. Ábyrgdin var spjødd hjá fleiri myndugleikum t.d. fútanum, stýrislimunum, skúlanevndini og fátækrakassanum. Eisini var tað óheppið, at kommunustýrislimirnir sjálvir álíknaðu borgararunum skatt, heldur enn at serlig líkningarnevnd gjørdi hetta arbeiði.

Løgtingið samtykti at lata uppskotið hjá Bærentsen amtmanni prenta og býta út millum havnarfólk. Løgtingið samtykti sum heild uppskotið hjá amtmanni við kommunustýrisins viðmerkingum 10. sept. 1901. Amtmaður sendi síðan lógaruppskotið hjá Løgtinginum til Løgmálaráðið í Keypmannahavn 2. oktober 1901.

Peter Adler Alberti løgmálaráðharri skrivar Bærentsen amtmanni bræv 24. juli 1902 og greiðir frá, at Løgmálaráðið hevði viðgjørt Løgtingsins lógaruppskot frá 10. sept 1901. Løgmálaráðið hevði tá gjørt fleiri viðmerkingar og uppískoyti, umframt tríggjar høvuðsviðmerkingar:

Í fyrsta lagi tók Løgmálaráðið ikki undir við, at fútin skuldi verða fastur formaður í stýrinum, heldur skuldi formaðurin verða valdur millum stýrislimirnir.

Í øðrum lagi vildi Løgmálaráðið broyta Løgtingsins uppskot soleiðis, at eisini konufólk við sjálvstøðugum húsarhaldi fingu valrætt og valbæri til býráðsval.

Eisini hevði Løgtingið skotið upp, ”at veljari, sum vil velja, møtir upp persónliga á valstaðnum og boðar frá skrivliga ella munnliga, hvønn hann vil atkvøða fyri.” Hetta broytir Løgmálaráðið til at verða loynilig val, sambært nýggju lógini fyri øll val í ríkinum frá 7. febr 1901.

Í lógaruppskotinum hjá Løgtinginum frá 1901 stóð einki um at geva konufólki valrætt. Hetta broytir løgmálaráðið til at lata kvinnum, sum hava serogn ( t.d. ógiftum kvinnum og einkjum, sum standa fyri egnum húsarhaldi/húsharrar) atkvøðurætt til býráðsval, lótu tey kommununi beinleiðis skatt.

Tá spurningurin um valrættin kom, býtti 5-mannanevndin í Løgtinginum seg sundur í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin (Djóni í Geil, Sørin Müller, Poul Niclasen og J.H. Schrøter) skeyt upp at lata øllum kvinnum valrætt, t.e. eisini teimum giftu, rindaðu hjúnini í minsta lagi 8 kr., t.e. 4 kr. í part í kommunuskatti. At gjalda í minsta lagi 4 kr. í kommunuskatti hevði síðan 1866 verið ein treyt fyri atkvøðurætti hjá mannfólki til kommunustýri.

Hóast nakrir í meirilutanum vóru í iva, um kvinnur sum heild vóru nóg búnar til valrætt og valbæri til kommunuval, so var meirilutin samdur um: at skulu ógiftar eins og skildar kvinnur og einkjur, sum hava sjálvstøðugt húsarhald, fáa valrætt, eiga eisini giftar kvinnur treytaleyst at fáa henda sama rætt. Tær giftu konurnar eru í øllum lutum líka frægar sum hinar. Tær lata eins nógv til tilverugrundarlagið hjá húskinum, sum maðurin, eru sparnar, ansnar og ala upp børnini. Er maðurin latur ella váttligur, er konan betur fyri at atkvøða enn hann.

Uppskotið hjá meirilutanum í løgtingsnevndini hevði havt við sær, varð tað samtykt, at tey, sum fingu valrætt, gjørdust munandi fleiri.

Í Tórshavnar kommunu høvdu 242 borgarar atkvøðurætt í 1902. Sambært uppskotinum hjá Alberti løgmálaráðharra høvdu 77 fleiri havnarfólk fingið valrætt, 15 menn og 62 kvinnur. Eftir uppskotinum hjá meirilutanum í 5-mannanevndini høvdu 206 kvinnur fingið valrætt (190 giftar og 16 stakar).

Tá 5-mannanevndin legði síni tilmæli fram til 2. viðgerð í Løgtinginum, var mikil orðadráttur serliga um valrættin hjá kvinnum, antin Løgtingið skuldi samtykkja uppskotið hjá Alberti løgmálaráðharra ella tað hjá meirilutanum í 5-mannanevndini.

Minnilutin í 5-mannanevndini (Júst Jacobsen, bóndi í Havn) helt, at Løgtingið átti at samtykkja greinina hjá løgmálaráðnum um atkvøðurætt óbroytta. Hann segði,

at ”føroyingar og serliga kvinnurnar her á landi eru nógv aftari, tá ræður um politikk, enn fólk aðrastaðni í kongsríkinum, …og at ein eigur at bíða eftir, hvat verður í Danmark hesum viðvíkjandi…”

Uppskotið hjá meirilutanum í 5-mannanevndini fall í Løgtinginum við lítlum meiriluta ímóti. Í Tingakrossi var gjørt nógv burtur úr viðgerðini viðvíkjandi málinum um valrætt til kvinnur.

Løgtingið samtykti uppskotið frá Løgmálaráðnum 17. september 1902 við minsta meiriluta (11 av 20 atkvøðum). Tá amtmaður sendi Løgmálaráðnum hetta samtykta lógarupskotið, legði Løgtingið við hesar einmælt samtyktu viðmerkingar:

At bara 11 av 20 tingmonnum høvdu atkvøtt fyri uppskotinum hjá Løgmálaráðnum, var tí, at ósemja var um, hvussu stórur partur av kvinnum skuldi fáa valbæri og valrætt. Meirlutin í Løgtinginum stuðlaði uppskotinum hjá Løgmálaráðnum, sum gav monnum og støkum kvinnum valrætt. Ein stórur minniluti vildi, at valrætturin eisini skuldi galda giftar konur. Av tí at sáttmálar um serogn hjá kvinnum eru ikki í Føroyum, fingu bara stakar og sjálvstøðugar kvinnur valrætt eftir uppskotinum hjá Løgmálaráðnum (tær vóru sum nevnt 62 í tali). Tí atkvøddu 9 tingmenn ikki fyri uppskotinum hjá Løgmálaráðnum.

Vert er at geva gætur, at kvinnur í Danmark høvdu ikki valrætt til kommunuval fyrrenn í 1909 – heldur ikki stakar kvinnur.

Annars var vanligur (óskerdur) valrættur fyri menn eins og kvinnur og ognarleys til kirkjuráðsval í Danmark og í Føroyum komin í gildi í 1903.

Men, sum nevnt, samtykti Løgtingið uppskotið frá løgmálaráðnum 17. september 1902. Amtmaður sendi hetta samtykta lógarupskotið til løgmálaráðið, sum sendi tað víðari til Ríkisdagin.

Lógin um býráð fyri Havnina var til viðgerðar í Ríkisdegnum árini 1902-1906. Av tí at nevndin, sum umsat málið, hevði onki fordømi um eina so liberala keypstaðarlóg, vildu donsku politikarnir ikki, at Havnin skuldi fáa fyrimun fram um aðrar býir í kongsríkinum. Her varð serliga hugsað um at lata kvinnur fáa valrætt og valbæri, og at býráðið fær møguleika at velja formann bara millum valdu umboðini.

Stríðið um valrætt til kvinnur byrjar í Havn

Við hesum var stríðið um býráðslógina í Havn at geva kvinnum og ognarleysum valrætt høvuðsorsøkin til, at lógin um valrætt til kvinnur bleiv samtykt 20. apríl 1908 at galda fyri Danmark og Føroyar.

Uppskotið til lóg um býráð fyri Havnina hevði sostatt virkað sum jarnbrot í Ríkisdegnum í seks ár, til tess at geva kvinnum valrætt í danska ríkinum.

Sambært býráðslógini, sum kom í gildi 1/1 1909, fingu tey valrætt, sum búðu í kommununi og guldu skatt í sama kalendarári. Rindaði maður skatt, hevði konan eisini valrætt. Hesi somu høvdu valbæri.

Danski Ríkisdagurin var fram til ár 1953 settur saman av tveimum lógarkømurum: Fólkatinginum og Landstinginum. Fyri at lógir skuldu fáa gildi, skuldu tær verða samtyktar í báðum kømurunum.

Fríðrikur Petersen próstur, ið var landstingsmaður fyri Føroyar í 1908, var avgerandi maður fyri lógarsamtyktina í Landstinginum 20/4 1908 fyri at kvinnur skuldu fáa valrætt í kongsríkinum. Meðan bløðini Kirken og Hjemmet takkaðu føroyska landstingsmanninum fyri atkvøðuna, var støðan hjá Ekstrablaðnum øðrvísi. Blaðið helt lítið um, at Fríðrikur Petersen hevði lagt seg út í danskan politikk. Ekstrablaðið helt, at føroyingar høvdu valt Fríðrik próst í landstingið fyri at sleppa undan at hoyra hann prædika í Føroyum: Tí hann er ein stórfingin ”prækehestur”, tá hann er í Føroyum, men kendur fyri aldri at taka orðið í Ríkisdegnum. At tað leikaði hart á í donskum politikki um valrætt til kvinnur, sæst av, at Fríðrikur próstur meldaði seg út úr danska høgraflokkinum fyri at kunna atkvøða fyri valrætti til kvinnur.

Fyrsta valið til nýggja býráðið í Havn var 27/11 1908. Nýggja býráðið tók við 1/1 1909.

Býráðslógin er ein varði í kommunusøguni, tí undantikið, at kvinnur høvdu fingið valrætt til meinigheitsráðini í 1903, og at kvinnur kundu velja á fólkatkvøðuni um rúsdrekkasølu í 1907 - var hetta fyrstu ferð, at kvinnur og ognarleys høvdu valrætt.

Tað at kvinnur og ognarleys nú kundu verða skrivað á atkvøðuseðilin og kundu atkvøða í Føroyum í novembur 1908 og í Danmark í mars 1909, varð lopfjølin at vinna kvinnum politiskan rætt til tingini í Føroyum og í Danmark.

Valrætt til løgting og fólkating fingu kvinnur í 1915.

Jens Pauli A Nolsøe og Kári Jespersen: Havnarsøga V, 2009