Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

1. maidagsrøða

Góðu áhoyrarar.

Lat meg byrja við at takka Norðstreymoyar Javnaðarfelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Vestmanna Arbeiðarafelag fyri, at tit skipa fyri hesum árliga tiltakinum á Reyða Torginum í Vestmanna. Og takk fyri tað álit, at eg var millum teirra, sum vórðu biðin at halda røðu í dag.

Gott fundarfólk.

Í dag er altjóða arbeiðaradagur. Stundum kallaður stríðsdagur og stundum fagnaðardagur hjá verkafjøldini.

Tað er í dag, vit koma saman at fagna felagsskapinum, samanhaldinum og rættvísinum, frælsinum frá kúgan og armóð, og tað er í dag, vit minna á týdningin av at standa saman, týdningin at verja okkum sjálvi og hvønn annan móti órættvísi.

“Tá tey lágløntu leggja niður arbeiðið, verða inntriv altíð gjørd, við teirri grundgeving, at verkfallið rakar lívsneyðug øki. Hvussu ber tað til, at tey eru láglønt, sum arbeiða á lívsneyðugum økjum?” Soleiðis tók danska verkaskaldið Carl Scharnberg til. Tit kenna kanska sitatið saman við eini blýantstekning av eini fattari kvinnu við uppsettum hári og mildum eygnabrá fremst í myndini. Hyggja vit væl at tekningini, síggja vit, at í bakgrundini er ein sjúkrahússong øðrumgein, har ein eldri kvinna situr boygd framyvir, og gjøgnum vindeygað aftanfyri hana síggja vit ein mann skumpa ein stóran kassa inn í ein flytibil. Hinumegin síggja vit eitt fólk somuleiðis sitandi á eini sjúkrahússong, men við bakinum til og í forgrundini eina konu, sum bendir seg niður yvir eina vaskispann. Carl Scharnberg, sum var virkin á vinstravonginum, skrivaði yrkingar og gjørdi tekningar, ið vístu á samfelagsligan ójavna.

Steðga vit á við spurningin hjá Carl Scharnberg, kunnu vit spyrja viðari; hvørji eru so tey lívsneyðugu økini talan er um? Og, eg veit ikki, hvussu tað er við tykkum, men hjá mær flyta tankarnir seg skjótt yvir í heilsu- og umsorganartænasturnar. Byrja vit við børnunum, so skulu tey verða væl ansað og ment hvønn dag, meðan foreldrini eru til arbeiðis, og tað eru ikki bara tey sum eru væl fyri, men eisini tey, sum eru sjúk, hava brek ella serligar avbjóðingar. Tá fólk í øllum aldri verða sjúk og óhjálpin, um tað so er í stutta ella langa tíð, so skulu tey hava neyðugu hjálpina og viðgerðina at koma fyri seg ella til læra at virka í gerandisdegnum hóast tað. Hetta arbeiðið fer fram á sjúkrahúsum, endurvenjingarstovnum, bú- og viðgerðarstovnum kring landið. Og so eru tað tey, sum eru gomul og ikki longur klára seg á sama hátt, sum fyrr, summi sjúk og óhjálpin, onnur einsom og illa fyri sálarliga. Hesi búgva antin heima hjá sær sjálvum ella á sambýlum, ellis- og røktarheimum, sum eru í næstan hvørjari bygd.

Størvini innan røkt, umsorgan og verju; størv sum hava við menniskju at gera, eru lívsneyðug, men láglønt øki.

Tað hevur verið ófriðarligt á almenna arbeiðsmarknaðinum síðan fyrstu samráðingarnar byrjaðu í heyst. Vit hava øll verið vitni til tvey stór verkføll innan nevndu lívsneyðugu økini – fyrst við arbeiðssteðginum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum legði stóran part av heilsuverkinum lamið og síðani arbeiðssteðginum hjá pedagogunum við avleidda arbeiðsbanninum, ið hevði við sær stórar avbjóðingar hjá fólkum í øllum arbeiðsøkjum at fáa børnini og onnur avvarandi ansað, meðan teirra egna arbeiði skuldi røkjast. Og eg hugsi við mær, at tvær skriður eru lopnar, ið eru við til at javna lønargjónna. Tí tað er ein gjógv á muni millum lønirnar í Føroyum, ein lønargjógv, ið er kjølfest í kynsbýtta arbeiðsmarknaðinum. Søguliga eru lønir til kvinnur væl lægri enn lønir til menn og søguliga hava vit innrættað okkara arbeiðsmarknað soleiðis, at býtt verður sundur í kvinnufak og mannsfak hóast tað á ongan hátt er nøkur natúrlóg at velja fak eftir kyni. Tað er ikki rættvíst, at virðið á arbeiðinum verður sett eftir, um tað eru kvinnur ella tað eru menn, ið vanliga gera arbeiðið.

Fakfeløgini hava staðið saman og stuðlað teimum feløgum, sum hava verið í verkfalli í teirra nýtslu av einasta stríðamboðnum, fakfeløgini hava undir fríu lønar- og sáttmálasamráðingunum, við alment at lýsa sín stuðul, og til seinast eisini at taka stig til samhugaarbeiðssteðg, sum kortini varð avblástur, tá semja fekst í lag.

Í Danmark hava feløgini staðið saman í samráðingarspurninginum, og tað hevur givið úrslit, nú semja varð funnin, sum gav øllum bólkunum munagott úrslit. Har fer partur av lønarkarminum til generellar lønarhækkanir og ein partur fer til líkaløn. Fyrr hevur partur av karminum verið settur av til láglønt undir almennum lønarsamráðingunum, men tað søguliga hendi hesaferð, at tað nú verður ein partur av karminum settur av til líkaløn. Dennis Kristensen, fráfarandi formaður í FOA segði eftir semjuna, at; “Talan er ikki um ovurhondsstórar upphæddir, men vónandi er hetta byrjanin av eini tilgongd at rekja upp ólíklønina í Danmark. Vit hava kravt mannfólkaløn til kvinnufakini, seinastu tíggju árini. Nú er hitt fyrsta lítla fetið stigið, ið vónandi verður tað fyrsta av mongum.”

Dimma legði herfyri fram lønirnar hjá teimum hægst løntu á almennum stovnum í Føroyum, og ein av undiryvirskriftunum var: “Heilsa er gull”. Og tað er veruliga í heilsuverkinum, at hægstu lønirnar eru at finna, men tá tosa vit sjálvandi um leiðaralønir. Tann eina av høgu lønunum breyt frá, við at vera serliga høg, við teirri grundgeving, at tað var so trupult at fáa nakran í starvið, og at fáa fólk at støðast í starvinum, at tað mátti gerast meira attraktivt. Tað er áhugavert, at tað verður hugsað soleiðis í mun til leiðslu, men tá kommunur hava trupult við at fáa fólk í røktarstørv, verður ikki hugsað, at neyðugt er at gera lønirnar á hesum økjum hægri fyri at gera tað meira attraktivt hjá fólki at útbúgva seg innan røkt og, at fasthalda teimum, sum longu hava neyðugu útbúgvingarnar á økjunum, so tey støðast í arbeiðinum. Gulllønirnar í heilsuverkinum, hava oftast eina leiðaraviðbót – ein viðbót, ið kann svara til eina mánaðarløn hjá einum røktarstarvsfólki - umframt, at lønin í sær sjálvum er høg, tí ábyrgdin í arbeiðinum verður hildin at skula endurspeglast í lønini, tá tú hevur fleiri fólk undir tær í fyritøkunum. Men her er ábyrgdarhugtakið, eftir míni meining, skeiklað, tí tá tú arbeiðir við menniskjum, er veruliga ábyrgdin ørðvísið enn í øðrum vinnum. Virðið á arbeiðinum er sett soleiðis, at nærri tú kemur brúkaranum, sum starvsbólkur, lægri er lønin. Longri tú ert burtur frá brúkaranum, hægri er lønin. Men tú hevur sanniliga stóra ábyrgd, sum tann ið er næstur brúkaranum við tíni fakkligheit og vitan at eygleiða og handla rætt útfrá umstøðunum, og tann ábyrgdin liggur á, eitt nú, røktarstarvsfólkinum, sum stendur til svars fyri útinnan av arbeiðinum og tekur avleiðingarnar, um alt ikki er rætt framfarið. Lønin má fylgja ábyrgdini í øllum løgum.

Tíbetur er politiskur vilji at javna lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tað sæst m.a. aftur í álitinum um javnstøðupolitik, sum landsstýriskvinnan í almannamálum legði fyri tingið fyri uml tveimum mánaðum síðani og við lønarnevndini, sum landstýriskvinnan í fíggjarmálum tók stig til síðsta summar samstarvi við fakfeløgini. 

Javnstøðupolitikkurin er deildur upp í fimm fokusøki, harav eitt er javnstøða í arbeiðslívinum. Fleiri átøk skulu herundir setast í verk fyri at fáa ein javnari arbeiðsmarknað, sum spakuliga skal føra við sær eina uppgerð við siðbundna kynsbýtta arbeiðsmarknaðin. Tað snýr seg um parttíðarstørv, møguleikan fyri at arbeiða fulla tíð við at gera broytingar í vaktarskipanum og at minka munin á pensjónsuppsparingum. Álitið er sett upp í eina púra greið virkisætlan, við fokusøkjum, væl orðaðum átøkum við tíðarætlanum, ábyrgdarum og samstarvspartnarum, so tað er bara at lata arbeiðið ganga sum fyriskipað.

Við lønarnevndini síggja vit somuleiðis, at vilji er til at gera eitt javnari samfelag, eitt greiðari og rættvísari lønarbýti, við at seta eitt dagført virði á lønirnar. Endamálið við hesi nevndini er at kanna lønarlagið og koma við einum áliti um virði á arbeiði, so allar almennar lønir kunnu fáa rætt pláss í eini felags lønartalvu. Tað arbeiðið liggur stilt undir lønarsamráðingum, men tað hevur alstóran týdning, at lønarnevndararbeiðið verður tikið upp aftur, so lága virðingin av arbeiðinum á heilsu- og sosialøkinum ikki fær ta avleiðing, at fólk fara í aðra vinnu ella halda uppat at útbúgva seg í hesum lívsneyðugu økjunum.

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum segði í Degi og Viku 20. novembur í fjør, tað eru ávísir fakbólkar, ið leingi hava havt tørv á at fáa eina hægri løn. Við semjunum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og pedagogunum, er tað púra greitt fyri mær, at ein tilgongd byrjað, har tey, sum arbeiða á lívsneyðugum økjum ikki longur fara at vera láglønt.

Góðan altjóða arbeiðaradag, øll somul.

Rakul í Gerðinum

Forkvinna í Heilsurøktarafelagnum